Ment við íblástri frá øðrum rullikraga-háls-varmarum við hettu sum eru frammi í tíðini.
Storebælt - Hooded Cowl er ment við støði í vælumtókta Storebælt Halsedisse-rullikraganum.
Hálsvermarin hevur eina langa rullikragarond og eina rúmliga hettu við lissu. Tað fína bylgjumynstrið fer víðari við niðan í hettuna.
Ynskir tú eina einklari hettu, ber væl til at binda hana slætt.
Hálsvermarin verður bundin uppifrá og niður, og síðan verður hettan sett uppí og bundin.
Tú skalt brúka stokkar nr. 5 og bindifastleikin skal vera 17 eygu og 22 umfør til 10x10 cm.
Hettan fær sítt skap við at taka eygu út og inn fyri síðan at læsa ein part av eygunum av og binda miðjuna lidna fyri seg. Síðan verður samlað og seyma saman til eina hettu.
Uppskriftin fevnir um støddirnar S/M (M/L)
Bundið verður við Drops Nepal (65% Peruvian Highland Uld og 35% Superfin Alpaca. Nøgd 300-350 g.
Digital uppskrift sum PDF-fíla. Tak uppskriftina niður umvegis leinkjuna, sum tú fært sendandi við ordraváttanini. Minst til at kanna spam/uønsket mail, um tú ikki finnur teldupostin í tínum innbakka.
