
Ein heitur og snøggur hálsvermari sum er skaptur við íblástri frá aldunum í Stórabelti
– og bundin við strukturi, rútmu og vøkrum smálutum. Hálsvermarin hevur ein høgan
tættan kraga í rond, sum kann brettast niður ella standa uppi sum man vil, og
smoyggir seg síðan í einum bylgjumynstri oman á bringuna og út yvir akslarnar.
Stórabelt Hálsvermari er bæði praktiskur og snøggur – hann situr tætt og gott undir
jakkanum, men er samstundis dekorativur í sjálvum sær. Bylgjumynstrið veksur
stigvíst úteftir og skapar eitt livandi og feminint úttrykk.
Uppskriftin er velegnað til tey, sum eru eitt sindur von at binda og verður bundin
uppifrá og niður við Drops Nepal ella líknandi bleytum ull-/alpacatógvi við líknandi
bindifastleika.
Tekniskar smálutir:
Tógv: Drops Nepal ella líknandi (100–150 g)
Stokkar: 4 mm og 5 mm rundstokkar (fleiri longdir)
Bindifastleiki: 18 eygu x 23 umf slætt
Bindihættir: Rond (r,ra), slætt, bylgjumynstur og uppátøka
Støddir: S/M (M/L) XL
Støði: Lættari roynd
Eitt einkult og vakurt plagg, har havsins rørslur verða partur av tínum vetrarkæðum.
Til Stórabelt sniðið fáast eisini húgvu, vøttur og baskarahúgvu.
Stórabelt hálsvermarin fæst eisini í einari tynri útgávu (Storebælt LIGHT) sum verður
bundin á eitt sindur fínari stokkum.
Digital uppskrift sum PDF-fíla. Tak uppskriftina niður umvegis leinkjuna, sum tú
fært sendandi við ordraváttanini. Minst til at kanna spam/uønsket mail, um tú ikki
finnur teldupostin í tínum innbakka.
