Stórabelt húgvan er ein vanlig beint up og niður húgva. Hon kann verða bundin við
bylgjumynstri allan vegin runt ella við einari einklari strípu av bylgjum mitt framman.
Báðir møguleikar eru lýstar í uppskriftini.
Til hesa húgvuna kanst tú finna uppskriftir til eitt nú vøttir og hálsvermara, sum passa
til.
Uppskriftin hevur tvær støddir: XS-S (M-L), sum svara til 54-57 cm (57-60 cm) runt
um høvdið.
Bindifastleiki er 18 eygu x 23 umfør slætt = 10 x 10 cm.
Hóskandi stokkar: Bundið verður á 5 mm stokki, rundstokki 40 og 60 cm eller
ermastokkum ella við magic loop á rundstokki 80 cm.
Viðmælt tógv: Drops Nepal (50 g = 75 m) 65% Peruvian Highland Uld og 35%
Superfin Alpaca.
Digital uppskrift sum PDF-fíla. Tak uppskriftina niður umvegis leinkjuna, sum tú
fært sendandi við ordraváttanini. Minst til at kanna spam/uønsket mail, um tú ikki
finnur teldupostin í tínum innbakka.
