GEVIÐ GÆTUR: Hetta er ein lættari/tynri (LIGHT) útgáva av tí upprunaliga
Loving Lissi hálsvermarinum.
Eitt snøgt og lekkurt plagg til várs og heystar.
Uppskriftin hevur tvær støddir: XS/M (M/L)
Bindifastleiki við 21 eygum og slættbinding = 10 x 10 cm.
Hóskandi stokkar: Bundið verður á stokkum nr. 3,5 og 4 m, við rundstokki 40 og 60
cm ella ermastokkum, ella við magic loop á rundstokki 80 cm.
Viðmælt tógv: Uml. 50 (60) g Merino Single (100 g = 400 m) 100% Merino Single
saman við uml. 25 (35) g Superkid mohair silki (50 g = 420 m) 72% Superkid mohair/
28% Morbærsilki. Bundið verður við einum tráði av hvørjum.
Tógv frá ”SJ håndfarvet garn” (Facebooksíða)
Um tú ikki ynskir at binda við mohair, kann hetta býtast um við einum tráði av
Titicaca (100% Alpaca) ella Lucia ((42% Baby Alpaca, 35% Mulberry Silki, 13%
Merino Ull og 10% Yak) bæði sløgini eru frá Holst Garn.
Til ber eisini at binda við einum tráði, so leingi bindifastleikin ikki broytist.
Tá kann viðmælast at nýta Drops Lima, Drops Merino Extra Fine eller Drops Cotton
Merino.
Digital uppskrift sum PDF-fíla. Tak uppskriftina niður umvegis leinkjuna, sum tú
fært sendandi við ordraváttanini. Minst til at kanna spam/uønsket mail, um tú ikki
finnur teldupostin í tínum innbakka.
