Loving Lissi húgvan er ein einføld og klassisk húgva, sum situr væl at, tá rondin er
brett upp, men sum eisini kann brúkast sum eina leysari og meira løggut húgva, tá
rondin er bein.
Til hesa húgvuna fæst eisini uppskrift til ein hálsvermara í sama mynstri.
Uppskriftin hevur tríggjar støddir: XS-S (M-L) L-XL, sum svara til ummál av
høvdinum á uml. 52-54 cm (56-58 cm) og 58-60 cm.
Bindifastleiki er 18 eygu x 23 umfør slætt = 10 x 10 cm.
Hóskandi stokkar: Bundið verður á stokkum nr. 5 , rundstokkur 40 og 60 cm ella
ermastokkum, ella við magic loop á rundstokki 80 cm.
Viðmælt tógv: Drops Nepal (50 g = 75 m) 65% Peruvian Highland Ull og 35%
Superfin Alpaca
Digital uppskrift sum PDF-fíla. Tak uppskriftina niður umvegis leinkjuna, sum tú
fært sendandi við ordraváttanini. Minst til at kanna spam/uønsket mail, um tú ikki
finnur teldupostin í tínum innbakka.
